Síðani altjóða reglurnar um FIFA-agentar komu í gildi, hevur tað verið North Atlantic Football Agency við Jákup í Stórustovu, ið sum tann einasti á føroyska marknaðinum, sukm hevur havt loyvi at umboða fótbóltsspælarar. Kanska er talan ikki um eitt øki við eini veldugari forrætning, men seinastu tíðina hevur tað tó eydnast felagnum at fáa alt fleiri spælarar uttanlands.
Stórur partur av grundarlagnum undan virkinum er sjálvandi, at Jákup í Storustovu sum einsamallur á marknaðinum hevur havt flestu føroysku landsliðsspælararnir um hendi. Spurningurin er kanska eisini, hvørt tað er grundarlag fyri fleiri slíkum agentum í Føroyum, men tykist tað í øllum førum so, at tað verða fleiri á marknaðinum.
Sum skilst, so eru tað í tríggir ella fýra føroyingar, sum ætla sær upp til FIFA-próvtøku, tá hendan verður á skránni komandi hósdag. Tað eydnaðist okkum tó ikki at fáa tíðindini váttað hjá FSF, sum skal viðmæla slíkar umsóknir.