Fleiri fólk hava latið lív í einum skottilburði á einum matstaði hjá amerikonsku skundmatsketuni In-N-Out Burger í amerikanska statinum Idaho.
Tað upplýsir løgreglan í Twin Falls sýslu sambært amerikanska tíðindastovuni AP.
Sambært løgreglustjóranum í Twin Falls, Matthew Hicks, er hin ætlaði gerningsmaðurin millum tey deyðu.
– Vit meta, at eingin hóttan er longur móti lokalsamfelagnum, segði hann á tíðindafundi.
Løgreglan hevur enn ikki staðfest, hvussu nógv doyðu og hvussu nógv vórðu særd.
– Hetta var ein sera óskipaður brotsstaður, segði løgreglustjórin.
Talsmaðurin hjá sýsluni, Josh Palmer, sigur við NBC News, at tríggir persónar eru deyðir, og at tveir eru særd. Enn er ógreitt, um hin ætlaði gerningsmaðurin er taldur við í hesum tølum.
Myndatøk frá staðnum vísa sambært lokalum miðlum ein ungan mann við riflu uttanfyri matstaðin. Onnur upptøkur vísa fólk renna út úr matstovuni.
34 ára gamli Lane Koehn, sum sat í bili sínum nærindis, sigur við AP, at hann sá ein mann við riflu koma út úr drive-in økinum.
Sambært honum tók ein annar maður við pístóli tá at skjóta móti hinum vápnaða manninum.
Stutt eftir sá hann ein starvsfólk draga eina særdu kvinnu, sum eisini arbeiddi á matstaðnum, tvørtur um parkeringsøkið. Sambært eygnavitninum hevði hon fingið skot í bringuna.
Starvsfólkið, Lane Koehn og maðurin við pístólinum vóru hjá kvinnuni, til sjúkrabilur kom á staðið.
– Hon var sera álvarsliga særd. Eg vóni, at hon kláraði seg, segði Koehn við AP.
Twin Falls er ein býur í sunnara parti av Idaho við umleið 56.000 íbúgvum.











