Fleiri deyð tá tok koyrdi á skúlabuss í Belgia

Fleiri fólk hava latið lív, eftir at eitt tok í morgun rendi á ein skúlabuss í býnum Buggenhout í Belgia.

Fleiri fólk hava sambært belgiskum miðlum latið lív, eftir at eitt tok rendi á ein skúlabuss í Buggenhout í Belgia týsmorgunin. Mynd: Dirk Waem/AFP/Ritzau Scanpix

Tað skriva belgiskir miðlar sambært Ritzau.

Sambært miðlunum VRT og Het Laatste Nieuws eru fleiri deyð, men upplýsingarnar eru enn ikki alment váttaðar.

Vanlukkan hendi umleið klokkan 08.15 við eina jarnbreytaryvirgongd í Østflandern.

Skúlabussurin var sambært miðlunum ein minibusur, sum varð brúktur til skúlakoyring.

Borgarstjórin í Buggenhout, Geert Hermans, segði fyrr í morgun, at ein persónur fekk lívbjargandi viðgerð.

Myndir frá staðnum vísa eitt stórt tilbúgvingarlið við fleiri sjúkra- og sløkkiliðsbilum.

Umleið 100 ferðafólk vóru í tokinum og eru flutt á eina nærhendis sløkkiliðsstøð. Sambært belgiskum miðlum er eitt av ferðafólkunum í sjokki og fær viðgerð.

Orsøkin til vanlukkuna er enn ókend, og tokferðslan á leiðini er fyribils steðgað.

 

 

 

Fleiri fólk hava sambært belgiskum miðlum latið lív, eftir at eitt tok rendi á ein skúlabuss í Buggenhout í Belgia týsmorgunin. Mynd: Dirk Waem/AFP/Ritzau Scanpix