Steffan Løkin tikið sæti á tingi

Steffan Abrahamsson Løkin hevur tikið sæti á tingi fyri Fróða Magnussen, sum er í farloyvi í nakrar dagar

Løgtingsmaðurin Fróði Magnussen hevur í skrivi í gjár biðið um farloyvi frá tingarbeiðinum. Samstundis hevur løgtingsmaðurin biðið um at lata næsta fólk á lista Fólkafloksins taka sæti á tingi. 

 

Hetta galdandi frá 26. mai 2026 til 1. juni 2026. 

 

Næstur á lista Fólkafloksins er Steffan Abrahamsson Løkin, sum í hesum sambandi hevur tikið sæti á tingi.

 

 

 

Steffan Abrahamsson Løkin fekk 245 persónligar atkvøður á løgtingsvalinum og gjørdist nummar 13 á listanum hjá Fólkaflokkinum. Hann er tí fyrsti varamaður hjá flokkinum, og tí stendur hann fyri tørni at møta, hvørja ferð tað berst einum av teimu 9 tingfólkunum hjá Fólkaflokkinum frá at møta á tingi.