Heimskendi saxofonleikarin Sonny Rollins er deyður.
Hann andaðist mánadagin í heimi sínum í Woodstock í statinum New York.
Hann gjørdist millum týdningarmiklastu jazztónleikarar í tíðini eftir seinna heimsbardaga.
Hann var føddur í New York City í 1930 og vaks upp í Harlem, har tónleikurin blómaði.
Tíðliga byrjaði hann at leika saxofon, og miðskeiðis í fimtiárunum kom hann millum røttu fólkini, og spældi hann m.a. saman við stórum stjørnum sum Miles Davis og Theolonious Monk, haðani hann fekk miklan íblástur.
Eisini fekk hann íblástur frá Charlie Parker og Coleman Hawkins.
Í 1965 og 1968 vitjaði Rollins í Keypmannahavn og spældi tá saman við kenda danska bassleikaranum Niels Henning Ørsted Pedersen, ið hevur vitjað í Føroyum.
Rollins vitjaði seinni í Danmark nakrar ferðir, m.a. á Copenhagen Jazz Festival.
Sonny Rollins gjørdist 95 ára gamal.












