Í juli vóru 31.102 starvsfólk í Føroyum. Tað eru 505 fleiri enn í sama mánaði í fjør og svarar til ein vøkstur á 1,7 prosentum.
Starvsfólkatalið veksur framvegis, men vøksturin er viknaður seinastu árini, upplýsir Hagstova Føroya.
Gott og væl 16.000 menn og 15.000 kvinnur vóru í starvsfólkaskaranum í juli. Talið av monnum vaks við knapt 400, meðan góðar 100 kvinnur løgdust afturat.
Uttan bústaðartilknýti eiga størra partin av vøkstrinum
Í juli vóru 2.343 starvsfólk uttan bústaðartilknýti til Føroya. Tað eru 268 fólk – ella 13 prosent – fleiri enn í juli í fjør.
Hesin bólkurin telur nú knapt átta prosent av øllum starvsfólkum í Føroyum og eigur størra partin av samlaða vøkstrinum í starvsfólkatalinum.
Størsti bólkurin hevur asiatiskan ríkisborgaraskap. Tilsamans vóru 980 starvsfólk uttan bústaðartilknýti úr Asia. Av teimum vóru 61 prosent menn og 39 prosent kvinnur.
Flest arbeiða í framleiðsluvinnuni
Framleiðsluvinnan hevði flest starvsfólk uttan bústaðartilknýti. Tey vóru 726 í tali, sum svarar til góð 30 prosent av øllum í hesum bólkinum.
Tríggir fjórðingar av teimum arbeiddu við matvøruframleiðslu. Av hesum arbeiddu 270 við virking av botnfiski.
Gistingar- og matstovuvinnan hevði 320 starvsfólk uttan bústaðartilknýti, byggivinnan hevði 270, og 240 arbeiddu í heil- og smásølu og við umvæling av akførum.
Kelda: Hagstova Føroya











