Fleiri eru vælkomin upp í

Borgarstjórin í Runavík er heitur talsmaður fyri, at fleiri kommunur á Skálafjørðinum leggja saman

 

Kommunusamanlegging


Tað er als ikki óhugsandi, at um nøkur ár, verður ein stórur partur av Skálafjørðinum, ella kanska allur sum hann er, lagdur saman í eina kommunu.

Í øllum førum er Rodmund Nielsen, borgarstjóri í Runavík, heitur talsmaður fyri at leggja kommunurnar saman.

Fyribils er avtala um at leggja Skála og Runavík saman, um fólkaatkvøðan í báðum bygdunum vísir, at fólkið vil.

Tekur fólkið undir við samanlegging, fara tær at arbeiða, sum um tær vóru ein kommuna longu frá 1. januar, men við hvør sínum bygdaráði. Formliga verða báðar kommunurnar so samanlagdar 1. januar 2005 undir navninum Runavíkar Kommuna.

? Tað eru vit samd um, men tað hevur ikki verið eitt krav frá okkum. Í Runavíkar Kommunu eru vit samd um, at navnið á kommununi skal ikki vera nøkur forðing fyri at leggja saman.

Rodmundur Nielsen sigur, at verða kommunurnar lagdar saman, fer tað at geva heilt aðrar møguleikar at leggja útbyggingar til rættis, tí tá fær stórkommunan eitt nógv størri øki til taks.

? Nógvar stórar vinnur standa fyri framman og tí hevur tað sera stóran týdning, at vit standa saman.


Aðrar vælkomnar

Rodmund Nielsen sigur, at eru tað fleiri kommunur, sum eru sinnaðar at koma uppí, eru tær vælkomnar.

Hann sigur, at fyribils eru tað Runavík og Skála sum hava gjørt av at leggja saman.

? Men eru tað fleiri kommunur, sum hava hug at koma upp í eftir sama leisti, eru tær vælkomnar at gera vart við seg og tað verður neyvan nøkur forðing í tí

Rodmund Nielsen sigur, at tað hevði givið uppaftur betri møguleikar fyri at lagt til rættis og at styrkt Skálafjørðin sum ein vinnuligan miðdepil.

Skálafjørðurin er rættiliga víðførur, men Rodmundur Nielsen sigur, at tey hava ikki gjørt sær stórvegis tankar um at binda kommunan tættari saman.

Einaferð var frammi um at gera undirsjóvartunnil tvørturum Skálafjørðin.

? Tað hava vit ikki tosað um, men í longdini er tað eitt áhugavert mál at taka upp fyri at knýta bygdirnar meiri saman.

Í Runavíkar Kommunu búgva gott 2.500 fólk og á Skála útvið 700 fólkum.

Sostatt verður fólkatalið í samanløgdu kommununum eini 3.200 fólk og tað er ein stødd, sum ger, at kommunan verður betri før fyri at átaka sær fleiri uppgávur.

?Men tað hevði fleiri kommunur komið uppí, høvdu útlitini verið ógvuliga spennandi,sigur Rodmund Nielsen