FØROYSKI VENJARIN
Hann líktist ikki einum tapara. Venjarin hjá føroyska fótbóltslandsliðnum, Henrik Larsen, segði seg vera væl nøgdan við tað, sum liðið hjá honum hevði víst:
? Um vit sammeta við dystirnar fyrr í summar í Íslandi og á heimavølli ímóti Týsklandi, so spældu vit ikki væl tær ferðirnar. Hesa ferð var leikliga avrikið kanska 50 prosent betri, enn tað var tær báðu ferðirnar. Spælararnir hjá okkum megnaðu væl at finna hvønn annan alla tíðina, og serliga í 2. hálvleiki bar tað til at leggja trýst á mótstøðumenninar. Tað var, sum tað skuldi vera. Men tíverri vóru vit óhepnir. Jákup fór skeivur av hornasparksinnlegginum, og teir vóru nóg professionellir at sekta mistøkini hjá okkara monnum. Soleiðis er tað bara. Vit stríddust, og ter fingu bílig mál, staðfesti Henrik Larsen.
Umhugsaði tú ongantíð at flyta Jón Róa Jacobsen úr miðverjuni og fram í álopið fyri at fáa uppaftur størri tyngd í framrættaða partin?
? Tann hugsanin var uppi og vendi eina løtu, men hon varð slept aftur. Hann var tryggur í miðverjuni, og fleiri ferðir var hann væl við í uppspælinum til álop, sum kundu havt borið møguleikar við sær. Eg haldi, at innskiftu spælararnir stóðu seg væl.
Hví skifti tú Pól Thorsteinsson út?
? Tí hann hevði trupulleikar við hælsinuni. Tað hevði einki við avrikið hjá honum at gera.
Landsliðsvenjarin sigur seg framvegis hava mót um, at tað skal eydnast at fáa fleiri stig í hesi EM undankappingini:
? Stigini koma tættari og tættari. Nú hava vit fleiri ferðir havt marginalirnar ímóti okkum. Vit eiga at trúgva upp á, at tað fer at bera til. Leikliga avrikið vísti okkum, at tað kann bera til. Eg eri sannførdur um, at leikliga menningin fer at síggjast aftur í úrslitum, sum fara at bera størri úrtøku við sær, segði Henrik Larsen.