Ein røð av jarðskjálvtum var í gjár í amerikonsku statunum Kalifornia og Arizona. Teir harðastu skjálvtarnir vóru 5,5 á Richterstiganum, og tað var nóg mikið, til at fleiri rútar brotnaðu.
Amerikanski jarðfrøðistovnurin sigur, at jarðskjálvtarnir vóru meiri enn 30 í tali, og at tað er rættiliga sjáldsamt, at so nógvir skjálvtar eru innan fyri so stutta tíð á somu leið.
-Vit hava ikki sæð nakað tílíkt síðani í sjeytiárunum, og eisini ta ferðina vóru skjálvtarnir fleiri enn 30 í tali, sigur jarðfrøðingurin Lucy Jones við tíðindastovurnar.
Sambært myndugleikunum fekk eingin skaða av jarðskjálvtunum, men nakað er av materiellum skaða.