Fleiri tilburðir av bróstkrabba verða uppdagaðir um árið tí at kvinnur hava tikið av tilboðnum um regluligar kanningar fyri bróstkrabba. Tað verður staðfest í nýggju krabbameinsætlanini, sum nú er handað landsstýrinum.
Fyri fimm árum síðani varð ein skipan sett í verk í Føroyum, har kvinnur í aldrinum 50 - 69 ár fáa tilboð um at verða kannaðar, ella screenaðar, fyri bróstkrabbba annaðhvørt ár.
Síðani vísa tølini, at ímillum 83 og 85 prosent av kvinnunum taka av tilboðnum, og tað er eitt nøktandi tal. Aðrastaðni eru tey nøgd tá ið 70 prosent av kvinnunum taka av tilboðnum, men talið skal helst vera yvir 75 prosent.
Av teimum kvinnum, sum hava verið til kanningar á Landssjúkrahúsinum, verða eini trý til fýra prosent boðsendar til nýggja kanning, tí okkurt er at síggja á myndunum. Hetta samsvarar væl við donsk tøl, sum vísa á, at 95 - 98 prosent a v kvinnunum fáa at vita, at ongi tekin eru um krabbamein.
Ein uppgerð í Keypmannahavn vísir, at deyðatali av bróstkrabba var lækkað 25 prosent fyri tær 5 - 69 ára gomlu kvinnurnar, sum høvdu fingið tilboð um reglulgar kanningar. Men deyðatalið lækkaði heili 37 prosentum fyri tær kvinnur, sum høvdu tikið av tilboðnum um verða kannaðar regluliga.
Í Føroyum eru tað alsamt fleiri kvinnur, sum fáa bróstkrabba. Frá at hava ligið um 20 tilburðir um árið, eru teir farnir heilt upp á einar 35 tilburðir um árið og tað er ein stór øking. Ein orsøk til hækkingina kann vera, at fleiri tilburðir verða uppdagaðir síðani skipanin við regluligum kanningum varð sett í verk.
Sum tað sæst á talvuni niðanfyri, verða fleiri tilburðir av bróstkrabba uppdagaðar í hesum kanningunum. Tey bæði árini 2019 og 2020, vórðu 41 prosent og 54 prosent av øllum tilburðunum av bróstkrabba, uppdagaðar undir hesum kanningunum. Í 2029 vóru 15 tilburðir uppdagaðir í hesum kanningum og í 2020 vórðu 13 tilburðir uppdagaðir upp á hendan mátan.
##med2##
Men tey, sum hava lagt nýggju krabbameinsætlanina, halda, at vit eiga at bjóða enn fleiri kvinnum regluligar kanningar fyri bróstkrabba.
Í Noreg, í Danmark, í Finnland bjóða, og í Føroyum, eru tað kvinnur í aldrinum frá 50 - 69 ár, sum fáa tilboð um kanning. Í Svøríki eru tað kvinnur frá 40 til 74 ár, sum verða kannaðar, og í Íslandi eru tað tær 40 til 69 ára gomlu kvinnurnar.
Eftir at serfrøðingabólkar hjá ES og alheims heilsustovninum hava mett um málið, mæla heilsumyndugleikarnir í Noregi nú til at allar kvinnur ímillum 45 ár og og 74 ár skulu fáa tilboð um regluligar kanningar.
Í Føroyum er støðan tann, at nógvar kvinnur fáa staðfest bróstkrabba seint í lívinum. Verður hugt eftir aldursbólkinum 70 - 74 ár, fingu ávikavist sjey og fýra kvinnur staðfest bróstkrabba í 2019 og 2020, ella 11 kvinnur tilsamans í hesum aldursbólki hesi bæði árini.
Verður samstundis hugt eftir aldursbólkinum 45 - 49 ár, fingu tríggjar kvinnur staðfest bróstkrabba hesi bæði árini. Tølini eru lítil og skulu tí takast við fyrivarni. Men tey geva eina ábending um, at hjá fleiri kvinnum í aldursbólkum, sum ikki fáa tilboð um kanningar, hevði krabbamein í bróstinum verið uppdagað fyrr enn tað verður nú.
Tí siga tey, at tað hevði verið gagnligt at bjóða fleiri kvinnum regluligar kanningar. Tey sum hava skrivað krabbameinsætlanina mæla tískil til, at allar kvinnur í aldrinum frá 45 ár til 74 ár í Føroyum, fáa tilboð um regluligar kanningar - og ikki bara kvinnurnar frá 50 ár til 69 ár, sum tað er nú.