Fleiri línuskip inn at landa

Fýra línuskip - tvey av Flemish Kap, eitt undan Føroyum og eitt úr altjóða sjógvi - koma inn at landa mánadagin.

Skipini undan Flemish Kap hava øll mest av toski, og tey undan Føroyum hava serliga longu og nakað av brosmu.

Línuskipið, sum hevur roynt í altjóða sjógvi, hevur fiskað kalva.

Týsdagin kemur eitt línuskip undan Føroyum, sum hevur mest av longu. Seinni í vikuni kemur møguliga eitt línuskip aftrat av Flemish Kap.

Tað upplýsir Fiskamarknaður Føroya.