2011 landskappingin í fótbólti er liðug. Síðstu bríkslini vóru seinnapartin leygardagin. Málini borga fyri undirhaldi, plagar at vera sagt, og um málrúgvan verður nýtt at meta seg eftir, so hevur landskappingin ongantíð áður verið so undirhaldandi, sum hon var tað í ár.
Í teimum 135 landskappingardystunum í ár vórðu skorað 478 mál ella í miðal 3,541 mál í hvørjum dystinum. Sjey ferðir hevur kappingin verið 27 umfør ella 135 dystir. Næstmál ríkasta kappingarárið var í 2009, tá ið samlaða máltalið var 450.
Serliga merkisvert er tað, at meistaraliðið B36 hvat málum viðvíkur hevur verið heilt øðrvísi í ár, enn tað var, tá ið árstalsfelagið vann FM fyri seks árum síðani.
Í 2005 vann B36 54 stig (15 sigrar, 9 javnleikir og 3 tap), og málmunurin var 38-17.
Í 2011 hevur B36 vunnið FM við metnógvum stigum. Úrtøkan var 67 stig (21 sigrar, 4 javnleikir og 2 tap), og málmunurin var 63-28.
Tað vil siga, at B36 hevur í ár skorað 25 mál fleiri, enn meistaraheitið varð vunnið við fyri seks árum síðani, og tað fóru ellivu mál fleiri ígjøgnum hjá B36 í ár, enn tað fóru fyri seks árum síðani.
Í nýggjari útgávu
Fýra spælarar, sum vóru við til at vinna FM til B36 í 2005, vóru aftur í ár partur av besta liðnum. Teir eru Ingi Højsted, Klæmint Matras, Kenneth Jacobsen og Heini í Skorini.
Í ár hava 21 spælarar umboðað meistaraliðið. Málverjin, Meinhardt Joensen, er tann einasti, sum hevur spælt allar 2430 minuttirnar. Tveir aðrir – Jonas Flindt Rasmussen og Lukasz Cieslewicz – hava verið við í øllum 27 dystunum.
Hinir spælararnir, sum hava verið á FM liðnum eru hesir, við dystartalinum í klombrum: Høgni Eysturoy (26), Símun Joensen (26), Klæmint Matras (26), Róaldur Jacobsen (26), Heini í Skorini (26), Jákup á Borg (25), Súni Olsen (25), Odmar Færø (24), Ingi Højsted (23), Kenneth Jacobsen (19), Atli Danielsen (13), John Hansen (10) Mahmud Suleiman (10), Ámund Nolsøe (3), Rasmus Dan Sørensen (3), Rúnar í Lon Jacobsen (3), Hørður Askham (2) og Sigurð D. Carlsson (1).