Fleiri og fleiri seta sína vón á Herbergið í Havn

Tørvurin á Herberginum í Havn veksur alsamt


Tað eru fleiri og fleiri sum seta sína vón á at fáa ein fløva og eina máltíð á Herberginum.

Tað sigur Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum hjá frelsunnarherinum í Havn.

 

Hann sigur, at tað eru alsamt fleiri og fleiri sum brúka Herbergið, og serliga er tað Hitastovan, sum verður nógv brúkt. Men harumframt er eisini talið á familjum, sum eru so illa fyri, at tey fáa mateskjur frá Herberginum, stórliga veksandi.

 

Les eisini: Vit koyra ongan á dyr

 

Martin Kúrberg sigur, at í fjør vóru tað 5069 fólk, sum brúktu Hitastovuna á Herberginum.

Tað merkir, at tey vóru har um dagin, fingu eina máltíð, ein heitan munn, kundu hyggja at sjónvarpi ella spæla kort ella onnur spøl, og annars hildu til har í dagtímunum.

Í ár eru tað nógv fleiri sum brúka Hitastovuna, tí tann 13. november høvdu tey havt 5714 brúkarar í Hitastovuni, ella 645 fólk fleiri enn í alt fjør, hóast hálvur annar mánaði er eftir av árinum.

 

Annars er talið á teimum, sum sova á Herberginum áleið tað sama, tí í fjør svóvu 411 fólk á Herberginum og tann 13. november í ár høvdu 392 fók sovið á Herberginum. 

Herbergið hevur eisini umsorganarsamrøður við fólk um næturnar og hetta høvið brúktu 151 fólk í fjør og til tann 13. november í ár hevðu náttarvaktin á Herberginum havt slíkar umsorgarnarsamrøður við 36 fólk fólk.

 

Men tað, sum serliga leypur í eyguni er talið á familjum, sum eru so illa fyri, at Herbergið ber teimum mateskjur.

Í fjør bóru tey á Herberginum 135 mateskjur út til familjur, men tann 13. november í ár høvdu tey borið 449 mateskjur út til familjur, sum eru illa fyri.

Martin Kúrberg sigur, at hetta er ein tørvur, tey vistu var til staðar.

- Tað eru ikki bara misbrúkarar sum brúka Herbergið. Talan er um fólk sum eru á samfelagsins skuggasíðu av ymsum orsøkum, men talan er eisini um fólk, sum rætt og slætt føla seg einsamøll.

 

Martin Kúrberg heldur, at tað er spell at politiski myndugleikin ikki sær hendan trupulleikan, áðrenn hann verður so ógvusligur, at Herbergið er einasta vónin hjá hesum fólkunum.

Hann heldur ikki, at almenna umrøðan, sum til tíðir tekur seg upp av fólki, sum eru illa fyri, er ikki til gagns fyri tey, tí tey eru í nóg ringari støðu sum her, uttan at tað er neyðugt at lata tey úr alment afturat.

 

Les eisini: Fáa jólagávu frá eldsálum

 

Felags fyri teir bókar, vit á Herberginum, hava samband við, er, at tey hava ikki eina sterka rødd, men samfelagið eigur at vera so mikið at sær komið, at trupulleikin verður fangaður, áðrenn hann verður so stórur, at Herbergið er einasta vónin, sigur Martin Kúrberg.  

- Men soleiðis er støðan ikki í Føroyum og leiðarin á Herberginum heldur, at tað er spell, serliga tí at talið á fólkið, sum er í hesi støðuni, er lútfalsliga lítið.

- Ístaðin fyri at politikarar fara í eitt óvirðiligt kjak um, hvør hevur rætt og hvør hevur skeivt, áttu teir at tikið stig til at hjálpt teimum fólkum, sum liva mitt í hesum veruleikanum, sigur Martin Kúrberg.

- Tað var ikki gamalt í Føroyum at brúka fólk, sum eru illa fyri í eini óvirðiligari runublaking í fjølmiðlunum, heldur enn at lofta teimum í góðari tíð, leggur hann afturat.