Fleiri skulu hava møguleikan at fáa tónleikaundirvísing

Tórshavnar býráð hevur samtykt eina fríplássskipan, sum skal gera tað lættari at geva so nógvum børnum og ungum sum gjørligt møguleika at fáa tónleikaundirvísing

Tað er stuttligt og mennandi hjá børnum at læra at syngja saman ella læra at spæla eitt ljóðføri, men fyri summi kann tað vera torført at bera kostnaðin av árliga gjaldinum.

 

Tí hevur Tórshavnar býráð samtykt eina fríplássskipan, sum skal gera tað lættari at geva so nógvum børnum og ungum sum gjørligt møguleika at fáa tónleikaundirvísing á Tórshavnar musikkskúla.

 

Dentur er lagdur á, at tað skal vera so einfalt sum gjørligt at søkja um frípláss og at avslátturin skal gera mun fyri tey, sum hava tørv á honum.

 

Leisturin verður tann, at húski, sum lúka treytirnar fyri at vera í fátækaváða sambært yvirlitinum hjá Hagstovu Føroya, kunnu søkja um og fáa frípláss til barnið, skrivar torshavn.fo.