Í gjárkvøldið gjørdist greitt, at Real Madrid leikarin, Cristiano Ronaldo, vann Ballon D’or annað árið á rað. Í kapping við Manuel Neuer og Lionel Messi, endaði tað við at Cristiano Ronaldo stóð eftir við Ballon D’or bóltinum.
Danska blaðið BT hevur tó gjørt ein lista við heldur løgnum atkvøðum. Millum annað vóru tað fólk, ið valdu Bastian Schweinsteiger, Javier Mascherano, Thibaut Courtouis, Paul Pogba og Sergio Ramos sum heimsins besta fótbóltsleikara.
Her eru nakrar at atkvøðunum tiknar burturúr.
Bastian Schweinsteiger
Teir báðir suðuramerikansku fjølmiðlamenninir Paché Andrade (Kolumbia) og Ricardo Pineyrua (Uruguay) atkvøddu Bastian Schweinsteiger sum nummar 1 til Ballon D’or.
Javier Mascherano
Enski landsliðsvenjarin, Roy Hodgson, og landsliðsvenjarin hjá Hvítarusslandi, Andrei Zygmantovich, atkvøddu báðir fyri at Javier Mascherano var heimsins besti fótbóltsleikari í 2014.
Thibaut Courtouis
Tað vóru 4 í tali, sum atkvøddu fyri at belgiski málverjin, Thibaut Courtouis, skuldi gerast heimsins besti leikari í 2014. Teir 4 vóru Vincent Kompany (Belgia), Quinton Griffith (Antigua og Barbuda), Umaru Bangura (Sierra Leone) og Javier Aguirre landsliðsvenjari (Japan)
Paul Pogba
Fjølmiðlamaðurin, ið umboðaði Tahiti, Luc Ollivier, stemmaði uppá Paula Pogba sum heimsins besta leikara í 2014.
Sergio Ramos
Cristiano Ronaldo sum vann Ballon D'or í gjár, hevði sjálvur eina atkvøðu fyri Ballon D’or, av tí at Cristiano Ronaldo er liðskipari á portugisiska landsliðnum. Hann stemmaði uppá Sergio Ramos sum heimsins besta leikara, meðan kappingarneytin hjá Cristiano Ronaldo í kappingini, Lionel Messi, heldur ikki gav Cristiano Ronaldo nakra atkvøðu.