Tað er skjótt at fara skeivur, tá skrivað verður um met í hesum ella hasum. Men, tað er helst fáur, sum sama heyst - og sama kvøld - hevur flett tríggjar veturgamlar veðrar, sum vigaðu 112,3 pund í miðal.
Tá Súni í Hjøllum á Toftum um dagarnar fletti veðrar, vigaði hin størsti veturgamli veðrurin hjá honum heili 126 pund. Hann hevur fleiri ferðir áður havt stórar veðrar, men hesin eini er framúr, og er nýtt met hjá honum.
Men, henda dagin, tá hann fletti 126 pund stóra veðrin, hevði hann ikki bara ein stóran veturgamlan, men tríggjar. Veðrarnir, hann fletti, vigaðu ávikavist 126, 118 og 93 pund.
Hetta gevur 337 pund tilsamans - ella eina miðalvekt á heili 112,33 pund!
Um hetta er met ella ei fyri tríggjar veturgamlar veðrar, skulu vit lata vera ósagt, men hetta má sigast at vera ein fantastiskur skurður.
Súni í Hjøllum sigur, at hann hevur passað veðrarnar væl, og teir hava fingið kraftfóður eftir ólavsøku. At tað eydnaðist honum so væl í ár, heldur hann í fyrsta lagi vera seyðaslagið.
Men, Gunnar Bjarnason, landbúnaðarfrøðingur, sum sjálvur hevur seyð, heldur, at slíkir veturgamlir veðrar eru ov tungir, og hann heldur ikki, at hetta er gott fyri seyðin.
- Seyður hevur alt annað enn gott av at verða fóðraður á slíkan hátt. Eitt nú fær seyðurin trega í meltingarleiðina, og hann fær eisini liðagikt, sigur Gunnar Bjarnason.