Sørvágskvinnur gjørdu eitt ótrúligt comeback og vendu einum hóttandi tapi til ein sigur í steypafinaluni hjá kvinnum.
Fleyr var á odda 2-0 í settum, men so funnu sørvágskvinnur stríðsøksina fram, og tað endaði við, at SÍ var omaná og vann 3-2.
Fleyr - SÍ 2-3 (25-23, 25-22, 18-25, 18-25 og 12-15)
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar reportarnir hjá FM1, Óli G. Samuelsen og Hilmar Jan Hansen gjørdu aftaná dystin.
Raðfylgjan er:
1) Annika á Stongum, venjari hjá SÍ
2) Anna Sára Skaalum, Fleyr
3) Jørgen Niclasen, formaður hjá SÍ
4) Klæmint Isaksen, Fleyr
5) Røða: Gunvør Balle, varaborgarstjóri í Tórshavnar kommunu
6) Røða: Magnus Tausen, formaður í FBF
7) Steypahandan og sangur hjá SÍ-kvinnunum
8) Doris Bjarkhamar, forkvinna í Fleyr
9) Jákup á Stongum, SÍ-fjeppari
10) Janna Falkvard, SÍ (Dagsins spælari hjá SÍ)
11) Tórfríð Tavsen, SÍ
HERber til at hoyra hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Hilmar Jan Hansen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum fimm settunum. Helen á Lakjuni var viðmerkjari. Andreas Reinert Zachhau var hagtalsmaður. Hoyr eisini Helen á Lakjuni taka samanum eina minniliga finalu.