Flogvøllurin var av kava og ísi

Fyri fyrstu ferð hevur eit ferðamannaflogfar sett seg á kavan og ísin á Antarktis Flogfarið sett seg í tí avstralska partinum av Antarktis, eftir at tað hevði verið á flogi í tólv tímar. Sagt verður, at lendingin gekk væl, hóast tað var rættiliga frískur vindur, tá flogfarið setti seg.

Eingi ferðafólk vóru í flogfarinum, men nøkur vísindafólk umframt manningina. Við sær høvdu vísindafólkini ymsa útgerð til eina avstralska kanningarstøð.

Charles Clark, sum stendur fyri verkætlanini, sigur við sjónvarpið ABC News, at énn eru ongar ætlanir um at flúgva við ferðafólki til Antarktis.