Katrin Dahl Jakobsen ivaðist eitt sindur, um hon skuldi stilla upp ella ikki til hetta valið.
Hon valdi at lata vera. Hon hevur verið í politikki síðan 1998, í tinginum og inn ímillum í býráðnum.
- At eg gevist, hevur nakað at gera við, at míni børn búgva øll í Danmark, og tá ið eg havi frí úr skúlanum vil eg fegin hava frælsi til at vitja tey.
Katrin Dahl Jakobsen heldur, at árini í politikki hava verið sera stuttlig og spennandi serliga tey fyrstu árini.
- Men eg haldi tað vera nokkso keðiligt, at floksloyaliteturin kki er so góður longur. Fólk eri ikki longur líka loyal móti flokkinum og tingbólkinum, og hetta er nakað, sum er hent í fleiri av flokkunum. Tað er so troyttandi og darvar politiska arbeiðinum, tá ið fólk hugsa mest um at profilera seg sjálvi., sigur Katrin Dahl Jakobsen.
Henni dámdi betur arbeiðslagið, tá ið tingbólkarnir hildu fund um málini, áðrenn tey komu fyri í tinginum. Avtalað var, hvør skuldi vra frásøgufólk, og var onkur ikki heilt samdur, tagdi viðkomandi undir viðgerðini i tinginum. Tá ráddi loyaliteturin móti flokkinum og floksins politikki. Nú er alt meira kaotiskt, og illa ber til at flyta seg frameftir.
- Vit mugu eisini læra okkum abetur at gera breiðar semjur, men tað er ikki lætt, tá ið semja illa fæst innanfloks, sigur Katrin Dahl Jakobsen.