Síðstu finalurnar í FM kappingini í svimjing vóru í Svimjihøllini í Gundadali í kvøld. Ellivu finalur vóru á skránni, og talan var bæði um spennandi kappingar og kapping, sum var væl løgd til rættis og avgreidd.
Tvey juniormet og trý føroysk met vórðu sett í kvøld. Poula Ø. Mohr setti longu í fyrstu finaluni í kvøld nýtt met í 100 metra blandaðari svimjing fyri kvinnur. Nýgja mettíðin er 1:03.78.
Í tveimum teimum síðstu finalunum gjørdi Susvim ein orduligan vørr. Felagið vann bæði finaluna í 4 x 50 metra frísvimjing fyri kvinnur og somu kapping fyri menn. Og í báðum kappingunum settu suðuroyingarnir nýtt met. Hjá kvinnunum er nýggja metið 1:47.15, og hjá monnum er nýggja metið 1:35.06.
Eftir kappingarlok varð Poula Ø. Mohr úr Havnar Svimjifelag kosin ársins svimjari hjá kvinnunum, og Pál Joensen Susvim varð kosin ársins svimjari hjá monnunum.
mynd: Øssur Mohr