Um midnáttarleitið flutti tyrlan hjá Atlantsflog ein ungan mann av Suðuroyar Sjúkrahúsi til Havnar. Klokkan 23 í gjárkvødið fekk tyrlutænastan boð frá MRCC um, at brúk var fyri einum bráðfengissjúkraflutningi av Suðuroyar Sjúkrahúsi til Landsjúkrahúsið við ein ungum manni.
Tyrlan fór á flog av flogvøllinum klokkan 23:31 og lendi í Froðba klokkan 23:56. Hon lætti aftur á miðnátt. Klokkan 00:22 lendi hon á tyrlupallinum við Landsjúkrahúsið, har sjúkarbilur stóð klárur.
Tyrlan lendi aftur í Vágum klokkan 00:44, har hon varð bunkrað og gjørd klár til aðra møguliga SAR flúgving.