Flyta FM í hálvum maraton til Havnar

Renning: Kappingin verður leygardagin

Leygardagin verður árliga FM-kappingin í hálvum maraton runnin. Teinurin, sum er 21,1 kilometrar langur, verður í ár runniní Havn. Seinastu 6 árini hevur verið runnið á Skálafjørðinum, men hesaferð hevur Bragdið, sum skipar fyri, flutt kappingina til Havnar.

Byrjað verður vi Busrsatanga, runnið verður niðaneftir Áarvegnum, niðan á Tinghúsvegin, runt um Telefonverkið og Sparikassan, omanaftur á Áarvegin og Havnargøtu, og so yvir við Strond, har vent verður við tyrlupallin, og heimaftur á Bursatanga.

Hesin teinurin er góðar 5 kilometrar langur, og skal rennast fýra ferðir. Roknað verður við, at skjótasti maðurin rennur teinin uppá umleið ein tíma og 18 minuttir, meðan tann fyrsta kvinnan væntandi kemur á málið ein og ein hálvan tíma aftaná byrjanina.

Renningin er fyri øll, sum eru eldri enn 15 ár, bæði kvinnur og menn.