Talv
Talvsamband Føroya skipar fyri FM-finalu í talvi fyri børn og ung í Argja skúla, leygardagin 29. november 2003. Byrjað verður kl. 10.30 og væntandi verður síðani dysta til á leið kl. 18.00
Kappingin er skipað í 5 bólkum:
A - bólkur: Telvarar føddir 1984-86
B - bólkur: Telvarar føddir 1987-88
C - bólkur: Telvarar føddir 1989-90
D - bólkur: Telvarar føddir 1991-92 og
E - bólkur: Telvarar føddir 1993 og seinni.
Í finaluni luttaka 8 í hvørjum aldursbólki og allir telva í móti hvørjum øðrum - t.v.s. 7 umfør. Umhugsunartíðin er 1/2 tími í part til hvør talvið.
Úttøkukappingar til finaluna hava verið í november mánað í Gøtu og Tórshavn. 8 telvarar í hvørjum bólki, sum samanlagt hava klárað seg best í hesum báðum kappingum, hava kvalifiserað seg til finaluna. Í hvørjari úttøkukapping luttóku uml. 100 børn og ung.
Í bólkunum B - E gerst vinnarin í finaluni Atlantic Airways føroyameistari í talvi 2003 í sínum aldursbólki.
Umframt at gerast føroyameistari luttekur viðkomandi í Norðurlandameistaraskapinum í skúlatelving, sum í ár verður í Karlstad í Svøríki í februar mánað 2004. Nummar 2 í hvørjum bólki luttekur somuleiðis í NM-kappingini. T.v.s. at Talvsambandið/Føroyar luttekur við 10 telvarum - luttøkutalið er sostatt ájavnt tí onnur norðurlond luttaka við. Norðurlond skiftast um at halda kappingina. Í februar mánað 2003 var kappingin í Føroyum.
Serlig viðurskifti gera seg galdandi fyri bólk A. Her er bert talan um úttøkukapping og ikki føroyameistarakapping. Útøkukappingar hava ikki verið fyri hendan bólkin. Í staðin fyri verður bert finala telvað. Í finaluni kvalifiserar vinnarin seg til komandi NM-kappingina. Saman við vinnaranum luttekur føroyameistarin Martin Poulsen somuleiðis í Svøríki í februar 2004.
Talvsambandið skipar fyri miðvísari venjing í desember/januar mánað fyri teimum sum leika seg til NM. Venjarar vera Hans Kristian Simonsen (føroyameistari 2002) og Haldur Suni Johansen.
Niðanfyri er yvirlit yvir luttakararnar í hvørjum einstøkum bólki, eins og nakrar viðmerkingar eru gjørdar.
A - bólkur: Telvarar føddir 1984-86
Sum nevnt hava úttøkukappingar ikki verið í hesum bólkinum. Í skrivandi stund er ikki greitt hvør fer at luttaka í finaluni. Tilmeldingarfreistin til kappingina er hósdagin 27. november. Kappingin um hetta eina plássið kann væntast at fara at standa ímillum Olaf Berg (Havnar Telvingarfelag), sum er rættiliga sterkur telvari (hevur luttikið í NM fleiri ferðir) og Rana Baldurson (Klaksvíkar Talvfelag), verandi unglingaføroyameistari og Sjúrð Thorsteinsson. Sjúrður er av Tvøroyri og er ikki knýttur at nøkrum talvfelag. Virkin talvfeløg hava ikki verið í Suðuroynni seinnu árini.
B - bólkur: Telvarar føddir 1987-88
Luttakarar
Telvarifelagstig
Rógvi MortensenHT14,5
Henry BergHT11,0
Jón GregersenST10,5
Heri ThomsenGT10,5
Ingi W. JoensenMT10,0
Fríbjartur Dahl OlsenHT9,0
Sam JacobsenGT8,5
Hávardur Olsen6,5
Rógvi Mortensen úr Havnar Telvingarfelag vann undankappingarnar sannførandi. Telvað eru samanlagt 16 talv og hevur hann fingið 14,5 stig. Heri Thomsen (Gøtu Talvfelag) vann fyrstu kappingina, men snávaði í aðru kappingini og endaði á 10. plássinum. Heri og Rógvi luttóku í seinastu NM-kappingini. Rógvi er helst favorittur, meðan spenningur kann gerast um annað plássið í bólkinum.
C - bólkur: Telvarar føddir 1989-90
Luttakarar
Telvarifelagstig
Helgi D. ZiskaHT15,5
Rógvi DragabergKTF13,5
Berint KalsøKTF11,0
Reidar EgilsnesVT10,0
Cristoffur Dam9,5
Andreas NielsenST9,0
Herborg HansenKTF9,0
Andras MikkelsenGT9,0
Helgi D. Ziska hevur vunnið undankappingar rættiliga sannførandi - hevur ikki tapt eitt einasta talv - vunnið 15 út av 16 og telvað ein javnleik. Helgi er sonur Andrias Ziska (fyrrv. Føroyameistara í talvi). Rógvi Dragaberg úr Klaksvíkar Talvfelag er á greiðum øðrum plássi, meðan á 3 plássinum í báðum kappingunum og samanlagt er Berint Kalsø eisini úr Klaksvíkar Talvfelag. Rógvi Dragaberg er bróður Rúna Dragaberg, unglingaføroyarmeistara 2002. Væntast kann at hesir 3 fara at dystast um Meistaraheitið og NM-plássini.
Helgi luttók í seinastu NM-kappingini.
D - bólkur: Telvarar føddir 1991-92
Luttakarar
Telvarifelagstig
Rógvi NielsenST14,0
Eilif ArgeKTF12,0
Margar BergHT11,5
Jaspur EnghamarHT11,0
Høgni SvaboMT11,0
Andrias W. DanielsenTT10,5
Bogi HansenKTF10,5
Hjalti Jógvansson9,5
Rógvi Nielsen úr Sandavágs Talvfelag vann báðar undankappingarnar og má metast at verða ein av favorittunum í finaluni. Tó kann sigast at telvararnir í bólkinum í síni heild er rættiliga javnir. Nevnast kann at í kappingini í Tórshavn var bert eitt _ stig á muni ímillum nr. 1 og nr. 9. Rógvi Nielsen, Hjalti T. Jógvansson og Margar Berg luttóku í seinastu NM-kappingini. Rógvi Nielsen er sonur navnframa Torkil Nielsen, fyrrv. Føroyameistara í talvi. Margar Berg úr Havnar Telvingarfelag er bróður Olaf Berg í A-bólkinum.
E - bólkur: Telvarar føddir 1993 og seinni.
Luttakarar
Telvarifelagstig
Olaf R. SamuelsenHT13,5
Rúni VørmadalVT13,0
Heiðrikur JacobsenHT12,5
Johann VørmadalVT12,0
Magnus DánjalsonKTF11,0
Marni Kruse10,0
Róar DamHT9,5
Høgni E. NielsenST9,0
E-bólkurin umboðar yngstu telvararnar. Undankappingarnar bera boð um at bólkurin er sera javnur. Ongin av telvarunum hevur luttikið í NM áður. Tó var um reppið at Heiðrikur Jacobsen úr Havnar Talvfelag megnaði tað seinast úttøka var. Vørmadal-brøðurnir úr Vestmanna Talvfelag eru stinnir, einsog Olaf Samuelsen úr Havnar Talvfelag hevur tikið fleiri á bóli í undankappingunum. Tann bert 7 ára gamli Høgni E. Nielsen, úr Sandavágs Talvfelag, megnaði í kapping við fleiri aðrar júst at koma inn á 8. plássið. Hann er bróður Rógva Nielsen í D-bólkinum.