FM í triathlon

FM í triathlon verður í Havn leygardagin

Leygardagin 25. september skipa Havnar Svimjifelag og Tórshavnar Súkklufelag fyri árligu FM-kappingini í triathlon. Kappingin verður í Havn, og byrjað verður í Svimjihøllini í Gundadali.

Hesu ferð verður kappast um FM-heitið bæði í sprint-triathlon og 1/4 triathlon. sprint-triathlon er ein OL-teinur, og er henda kappingin tikin við fyri at vekja áhugan fyri hesari ítrótt.

Á Oyggjaleikum á Isle of Man 2001 verður møguleiki at kappast í hesari ítrótt. Hvør teinurin verður, er ikki heilt greitt enn, men tað verður ivaleyst ein teinur, ið líkist 1/4 triathlon.

Sprint-triathlon er: 750 metrar svimjing, 22 km súkkling og 5,5 km renning.

1/4 triathlon er: 950 metrar svimjing, 44 km súkkling og11 km renning.

Svomið verður í svimjihøllini í Gundadali, og súkklað verður frá svimjihøllini, niðan eftir Ringvegnum og Sundsvegnum, oman eftir Vegnum Langa, oman eftir Hvítanesvegnum. Skift verður frá súkkling til renning við Plantusøluna, og síðani verður runnið á økinum kring Plantusøluna.

Kappingin byrjar kl. 12.00 stundisliga, og luttakararnir skulu møta kl. 11.00.

Heiðursmerki verða latin til 1., 2. og 3. plássið, og tað er Postverk Føroya, ið letur heiðursmerkini.