FM fyri einstaklingar í ár verður skipað á ein øðrvísi hátt enn undanfarin ár. Fyrsta broytingin er, at byrjað verður ein leygardag í staðin fyri fríggjakvøld, og síðsta umfar verður sum vanligt leygardagin, páskaaftan. Telvað verður sostatt í átta dagar.
Sum nakað heilt nýtt er ætlanin at hava ein veteranbólk á páskum. Endamálið við hesum bólki er at savnað teir tilkomnu og eldru telvararnar til at telva eina styttri kapping. Ætlanin er, at Veterankappingin verður telvd í tríggjar dagar, skírishósdag, langa fríggjadag og páskaaftan. Sostatt endar veterankappingin samstundis sum hinir bólkarnir. Luttakararnir telva tvey talv um dagin, har hugsunartíðin helst verður ein tíma í part til talvið. Nærri verður lýst um veteranbólkin.
Eingin snarkapping er á skránni í ár. Ofta hevur tað verið striltið at savna telvarnar aftur til snarkappingina, sum vanliga er 2. páskadag. Tí er avgjørt, at steypahandan og endabrestur verður páskaaftan eftir síðsta umfar.
FM í snartalvi verður tó ikki lagt til viks, tí ætlanin er at hava kappingina út ímóti sumri.
Landsliðsbólkurin
Tey seinastu árini hevur landsliðsbólkurin verið sterkur, og í ár verður eisini roynt at fáa allar topptelvararnar við í bólkin. Greitt er longu, at John Arni Nilssen verður ikki at síggja á Oyrarbakka ár, men Heini Olsen hevur játtað at vera við. Altjóða meistarin John Rødgaard verður væntandi eisini við.
Flóvin Tór Næs kemur beinleiðis úr kapping í Íslandi og fær verið við.
Rani Nolsøe, Ólavur Simonsen og Eyðun Nolsøe verða somuleiðis við, so talan verður um ein sera sterkan hóp. Ivasamt er enn, um Jens Kristian Hansen, Rógvi Rasmussen og Torbjørn Thomsen hætta sær við, men aðrir sterkir telvarar lúra beint aftan fyri teir.
Sum sagt eru átta dagar til at avgreiða kappingina, og níggju umfør skulu telvast. Tað vil siga, at tann eina dagin verða telvd tvey talv. Hetta verður tó bert galdandi fyri landsliðsbólkin.
Opin bólkur og unglingar
Eingin 2. bólkur verður í ár, men ein opin bólkur verður í staðin.
Nú ert bert at vóna, at teir, sum akkurát verða ov stuttir til landsliðsbólkin, ikki setast aftur, men fara at luttaka í opna bólkinum.
Unglingarnir Martin Poulsen, Hans Kristian Simonsen, Ingolf Gaard og Olaf Berg fara væntandi at luttaka í hesum bólki. Teir eru vorðnir alt ov sterkir til unglingabólkin, og spurningurin er, um teir ikki eisini eru ov sterkir til opna bólkin.
Sum nakað nýtt verða telvd átta umfør í opna bólkinum.
Unglingabólkurin hevur altíð verið væl umboðaður, og tilfarið í ár er eisini gott. Tí kunnu væntast nógvar unglingar í ár. Átta umfør verða somuleiðis telvd í unglingadeildini.
Lýst verður nærri í bløðunum, hvussu telvararnir kunnu tekna seg til kappingina. Í skrivandi løtu er ikki heilt greitt, um tekningin eisini fer fram beinleiðis um internetið. Men nærri fæst at vita um tað.