##med2##
B36 og HB gjørdu í kvøld sum liðini so ofta hava gjørt hesa øldina, tey leiktu javnleik. Í kvøld komu øll málini í 2-2 javnleikinum í seinna hálvleiki. NSÍ tapti 0-2 fyri KÍ, so bæði havnarliðini kundu brúka stigið í royndini at tryggja sær eina endastøðu í Topp-4.
B36-HB 2-2 (0-0)
0-1 Hørður H. Askham (50.)
1-1 Uros Stojanov (71.)
2-1 Andrass Johansen (85.)
2-2 Hilmar Leon Jakobsen (90. +)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Tróndur Arge siga frá teimum fýra málunum.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við seinna málskjúttan hjá B36, Andrass Johansen sum var útlúgvaður aftaná ein harðan grannadyst, men hann iðraði seg um, at B36 ikki megnaði at halda leiðsluna teir fingu tá hann legði teir á odda 2-1.
3) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við liðskiparan og landsliðsmálverjan hjá HB, Teitur Matras Gestsson sum er lættur um, at HB slapp undan tapinum, men Teitur heldur, at niðurtúrurin hjá HB er ikki heilt steðgaður enn.