FM1: Håkan heldur vit stressa ov nógv á bóltinum

- Eg haldi at vit hava tekniskar førleikar til at spæla við eitt sindur meiri við tamarhaldi á bóltinum, sigur landsliðsvenjarin

##med2##

Håkan Ericson hevur nú havt tvær venjingar og tveir dagar saman við føroyska landsliðnum. Sum Hallur Hansson segði í samrøðuni fyrr í dag, so hevur tað verið nógv, sum føroysku spælararnir skulu venja seg við, nú nýggjur venjari og nýtt venjaratoymið er.

- Tað hevur verið inspirerandi. Tað hevur verið fokus á longri ástøðligum venjingum, og tí hevur tað verið tvær longri venjingar higatil. Vit arbeiddu við verjuspælinum í gjár og við pørtum av uppspælinum í dag. Teir taka væl ímóti og vit hava nøkur fín kjak, og eg haldi eisini at venjingarnar blivu væl avgreiddar til at verða tvær tær fyrstu venjingarnar, sigur Håkan Ericson.

Tað sást eisini til venjingina, at hetta var ein venjing, ið venjaratoymið hevði planlagt niður í smálutir, tí tað vóru eitt ótal av keylum og statiónum keing allan vøllin. Venjingin var væl skipað og tað gekk skjótt frá einum spæli til tað næsta.

- Tað vóni eg verður afturgangandi. Sum landsliðsvenjari hevur tú tann framíhjárætt, at tú ikki skal hava venjingar hvønn dag. Tí koma vit altíð at verða fyrireikað og hava venjingarnar klárar minst eina viku frammanundan. Síðani hyggja vit nágreiniliga eftir venjingini og fara í smálutir við venjaratoyminum kvøldið fyri. Tað kemur vónandi at síggjast í framtíðini, sigur Håkan Ericson.

 ##med3##

Skulu ikki stressa so nógv

Håkan Ericson er bilsin av teknisku førleikunum á føroyska landsliðnum, og letur væl at takstiska skilinum. Hann heldur fyri, at føroyska landsliðið í ov stóran mun hevur gjørt tey einføldu tingi stressandi.

- Eg eri eitt sindur bilsin, tí eg kendi ikki so nógv til føroyskan fótbólt áðrenn. Tekniska dygdin er góð og tað taktika skilið er gott. Eg vil tó siga, at eg haldi at Føroyar hava mangan spælt eitt sindur stressað í tí einfalda spælinum. Tá spælarar blíva trýstir, so velja teir oftani at spæla langt. Har vóni eg, at eg kann boyta tað, men tað eru júst hesi tingini, sum taka longst tíð at venja. Eg haldi at vit hava tekniskar førleikar til at spæla við eitt sindur meiri við tamarhaldi á bóltinum, sigur Håkan Ericson við FM1 í dag.

 ##med4##

Landsdysturin móti Malta verður hóskvøldið klokkan 19.45. FM1 og In.fo hava beinleiðis frásøgn frá dystinum. FM1 byrjar at senda longu klokkan 15 við upptakt. Eitt nú verður møguligt at vinna tvær nýggjar landsliðstroyggjur, sum verða kunngjørdar til dystin.

##ms##

##med5##

Samrøða við Håkan Ericson