##med2##
FM1, Miðlahúsið og FSF skipaðu í kvøld fyri tiltakinum "Ársins spælarar 2022" í Panorama á Hotel Hafnia.
Fyrsta punkt á skránni er ein samrøða við eitt umboð fyri FSF, ið handar Fair Play steypið til liðið í Betrideildini hjá monnum, ið hevur fingið fægst kort.
KÍ vann aftur í ár Fair Play steypið.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr Virgar Hvidbro, aðalskrivara handa Fair Play steypið til KÍ.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Heina Vatnsdal, ið tók ímóti Fair Play steypinum.
3) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við Virgar um farna fótbóltsárið, ið Virgar heldur eydnaðist sera væl.
Øll sendingin "Ársins Spælarar 2022" kann hoyrast á www.fm1.fo