FM1: KÍF-VÍF beinleiðis frá klokkan 15.55

Nummar eitt og tvey í Burn mansdeildini hittast í Kollafirði í dag

Seinnapartin klokkan 16 verður slagið um Norðurstreymoy í høllini í Kollafirði, tá KÍF tekur móti VÍF í Burn mansdeildini.

 

Umframt at vera ein prestisjutung grannauppgerð er eisini talan um eina oddauppgerð. VÍF er fremst við 13 stigum, og KÍF er næstfremst við 12 stigum.

 

Ásbjørn N. Nattestad sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Hjalti Mohr Jacobsen verður viðmerkjari til dystarfrásøgnina.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo