FM1: Liðskiparin hjá B36 minni ónøgdur enn liðskiparin hjá Víkingi

(FM1) Hoyr báðar liðskiparararnar, Atla Gregersen hjá Víkingi og Andrias Eriksen hjá B36 seta orð á 1-1 javnleikin millum liðini

##med2##

B36 og Víkingur deildu rovini á Tórsvølli og fingu eitt stig í part aftaná javnleik 1-1.

B36-Víkingur 1-1 (0-0)

0-1 Noah Mneney (73.)

1-1 Sebastian Pingel (85.)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við liðskiparan hjá Víkingi, Atla Gregersen.

2) Hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við liðskiparan hjá B36, Andrias Eriksen. 

Andrias er heldur minni ónøgdur enn Atli. Hann heldur, at B36 var betra liðið enn Víkingur í fyrra hálvleiki, men viðgongur, at Víkingur hevði somikið av opnum málmøguleikum í seinna hálvleiki, at tað var væl sloppið at fáa eitt stig.

Atli iðrar seg tí teir í Víkingi høvdu dystin har teir ætlaðu, og vóru á odda 1-0. Tá var tað súrt, at ein haltandi Sebastian Pingel slapp at javna fyri B36. 

HER  ber til at hoyra Trónd Arge siga frá málunum. Hoyr eisini viðmerkjaran, Teitur Joensen taka samanum dystin. 

(Samrøður: Atli Gregersen og Andrias Eriksen)