FM1: Málvarðarnir hjá Klæminti, landsliðið og løgmanssteypið í Panelinum

(FM1) Í dag var umframt metingar og samanumtøkur eisini ein heiðursljóðfíla við minniligu málvarðunum hjá Klæminti A. Olsen

Á skránni í Fótbóltspanelinum á FM1 hesaferð: Ein heiðursljóðfíla fyri Klæminti A. Olsen fyri málvarðarnar hjá honum: Mál nummar 100, mál nummar 154 (staðfesta metið) og mál nummar 200 í bestu fótbóltsdeildini og mál nummar 10 fyri føroyska landsliðið, ið javnaði gamla metið hjá Rógva Jacobsen.

 

Tikið var samanum avrikið hjá landsliðnum í júst lidnu HM-undankapping. Vit hoyrdu um mannaða A-landsliðið fyri øll tíðarskeið í altjóða fótbólti, ið er prentað í fótbóltsritinum "Ellivu", og mett var um fyrru hálvfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið. Í studionum: Heri Simonsen og Tróndur Arge.

 

HER  er leinkjan til sendingina.

 

Sunnudagin klokkan 15 siga Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal frá fyrru hálvfinalunum í kappingini um løgmanssteypið: HB-NSÍ og Víkingur-B36.