H71 hevur fyri langari tíð síðani tryggja sær pláss í FM-hálvfinalunum í Okkaradeildini. Kappingin millum VÍF, Neistan, KÍF og StÍF um hini trý plássini er beinhørð.
H71 hevur 26 stig, VÍF hevur 20 stig, Neistin hevur 18 stig og StÍF og KÍF hava 17 stig.
Í annaðkvøld klokkan 20 spæla VÍF og Neistin í høllini í Vestmanna. VÍF kann við sigri tryggja sær pláss í hálvfinaluni, tí koma teir uppá 22 stig kann KÍF við 17 stigum og bert tveimum dystum eftir í grundspælinum ikki fáa VÍF aftur á stigatalvuni. Neistin kann við einum sigri leggja eina góða fjarstøðu á trý stig til KÍF og StÍF á stigatalvuni.
Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá avgerandi dystinum millum VÍF og Neistan á FM1.
Tá dysturin er liðugur koma samrøður við umboð fyri VÍF og Neistan út á in.fo.