FM1 sigur frá Víkingur-Torpedo Kutaisi í kvøld

(FM1) Dysturin millum Víking og Torpedo Kutaisi úr Georgia byrjar klokkan 19 í kvøld

Víkingur og B36 skulu bæði í eldin í Europa League undankappingini klokkan 19 í kvøld.

 

B36 spælir á Vodafone-leikvøllinum í Istanbul har mótstøðuliðið, Besiktas hevur eina 2-0 leiðslu frá fyrru uppgerðini í Gundadali. 

 

Víkingur tekur ímóti Torpedo Kutaisi úr Georgia á Svangaskarði á Toftum í kvøld klokkan 19. Torpedo Kutaisi hevur eina 3-0 leiðslu frá fyrra dystinum. Um enn tað tykist torført hjá Víkingi at vinna seg víðari, so hevur tað stóran týdning um Víkingur fær stig í kvøld. Vinnur Víkingur dystin so verða tað samanlagt 1.375 stig til føroyska UEFA-roknskapin, og so útjavna vit metárið 2014.

 

Hilmar Jan Hansen sigur beinleiðis frá dystinum millum Víking og Torpedo Kutaisi á FM1. Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7. Fylgt verður við gongdini í dystinum hjá B36 í Istanbul.

 

In.fo hevur eisini beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum. Samanumtøka, myndir og ljóðsamrøður koma út á in.fo seinni í kvøld.