##med2##
Landsliðsfótbóltspanel var á FM1 seinnapartin í dag.
Gestir hjá Tróndi Arge vóru Håkan Ericsson, landsliðsvenjari, Jákup B. Andreassen, miðvallari og Teitur M. Gestsson, málverji sum er uttanfyri við skaða í løtuni. Teitur vónar tó at vera klárur aftur fyrsta dagin.
Jákup B. Andreassen vónar at sleppa á vøllin og fáa fleiri landsdystir í beinini nú Føroyar spæla venjingardyst móti Gibraltar í morgin klokkan 17 og móti Liktinstein týsdagin.
Håkan staðfestir, at Gibraltar eru væl skipaðir og teir hava spælarar sum duga at gagnnýta mótálop, so løtt verður uppgávan ikki.
FM1 sigur beinleiðis frá dystinum móti Gibraltar. Sendingin byrjar klokkan 16.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina