FM1: VÍF-Neistin (Burn) 28-34: Dystarendin og samrøður

(FM1) Hoyr samrøðurnar Sjúrður H. Hoydal gjørdi við trímálsskjúttan hjá VÍF, Jákup Andrias Joensen og við Karl Martin Olsen, ið skoraði átta mál fyri Neistan

##med2##

Neistin hálaði seg væl inn á VÍF á stigatalvuni í Burn mansdeildini við at vinna 34-28 á VÍF í Vestmanna. Í steðginum var Neistin á odda 18-12, og VÍF megnaðu ongantíð veruliga at gera tað veruliga spennandi í seinna hálvleiki.

Toppskjúttar hjá VÍF: Filip Jojic 11, Hallur Arason 3, Andrias Eriksen 3 og Jákup Andrias Joensen 3.

Toppskjúttar hjá Neistanum: Rasmus Søby 11, Karl Martin Olsen 8, og Jónas Rasmussen 4.

Í Hoyvíkshøllini vann H71 29-23 á KÍF. Í steðginum vóru hoyvíkingar á odda 15-13.

Toppskjúttar hjá H71: Peter Krogh 9, Rói Ellefsen á Skipagøtu 6, og Djóni G. Joensen 4.

Toppskjúttar hjá KÍF: Hørður F. Sigphórsson 7, Hans Eli Sigurbjørnsson 5, og Poul Finnur Egholm 3.

Á Skála vann StÍF 25-24 á Kyndli. Eingin dómaraseðil er tøkur.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr Sjúrð H. Hoydal, frásøgumann siga frá seinastu minuttunum av dystinum millum VÍF og Neistan. Claus Rasmussen var viðmerkjari.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við trímálsskjúttan hjá VÍF, Jákup Andrias Joensen sum staðfestir, at tað lá bara væl betur fyri hjá Neistanum at raka málið í dag.

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við Karl Martin Olsen, ið fekk átta mál fyri Neistan. Karl Martin staðfestir sera týdningarmiklan sigur. Eisini fyri at halda frástøðuna til liðini aftanfyri.

4) Hoyr Claus Rasmussen taka samanum ein væl uppibornan sigur til Neistan. Claus vónar, at Team Klaksvík og StÍF kunnu vera við til eina spennandi kapprenning um FM-hálvfinaluplássini. 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 H7192562094715
 VÍF92732423113
 NEISTIN92782522612
 KÍF1026025649
 TEAM KLAKSVÍK9239252-137
 STÍF10239287-486
 KYNDIL10222269-474

 

 

 

(VÍF-Neistin 28-34. Hoyr dystarendan, samanumtøku og samrøður við Jákup Andrias Joensen og Karl Martin Olsen)