Førarar á bilum og knallertum fingu bøtur

Í ferðmátingum í Leynum gjár fingu tveir bilførarar bøtur, og tað fingu tveir førarar á knallertum í Eysturoy eisini.

Í gjár gjørdi løgreglan ferðmátingar báðu megin rundkoyringina oman fyri Leynar.

 

Her fingu tveir bilførarar bót fyri at koyra ávikavist 89 og 104 kilometrar um tíman.

 

Sambært vaktleiðaranum í morgun varð annar bilurin máldur at koyra ov skjótt norðan rundkoyringina og hin sunnanfyri.

 

Løgreglan hevur eisini javnan átøk, har hugt verður eftir, hvørjum standi knallertir og skutarar eru í.

 

- Í gjár vórðu tvey slík mál skrivað í Eysturoy, har tvær knallertir vórðu steðgaðar, sum vóru bygnaðarbroyttar, sum vit rópa tað.

 

Vaktleiðarin segði í morgun, at báðar hesar knallertir koyrdu skjótari, enn tær hava loyvi at koyra, og tí fáa førararnir hvør sína bót.

 

- Tað eru tvær støddir av knallertum, sum hava loyvi at koyra ávikavist 35 og 45 kilometrar um tíman.

 

Hin størra knallertin krevur, at førarin, sum sjálvandi eisini skal hava koyrikort, er 16 ár, og hin minna krevur, at førarin er 15 ár.

 

- Í hesum báðum førunum fáa førararnir bót, tí knallertirnar vórðu bygnaðarbroyttar, soleiðis at tær kundu koyra skjótari enn loyvt, legði vaktleiðarin aftrat.