Aftur í ár skipar ítróttarfelagið Frælsi í Vágum fyri eini hálv marathon renning leygardagin 5. september. Teinurin runnið verður er úr Gásadali og til kirkjuna í Sandavági.
Tað var 4. mars í 2004 at ítróttarfelagið Frælsi bleiv sett á stovn og varð tíggjunda árið fagnað við at renna eftir føroya flottastu hálv marathon rutu. Runnið varð gjøgnum allar bygdirnar í Vágum, har byrjað varð við skúlan í Gásadali og komið varð á mál við kirkjuna í Sandavági. Dagurin í 2014 eydnaðist so serstakliga væl og við stórari luttøku, har 40 kvinnur og 44 menn gjøgnumførdu hørðu rutuna. Avgjørt varð beinanvegin at hetta skuldi blíva eitt afturvendandi tiltak.
Fyrireikarnir vóna at síggja nógvar rennarar, men eisini nógvar áskoðarar fram við vegnum sum fara at heppa á rennarnar tá teinurin í støðum kann vera eitt sindur tungur.
Í ár verður eisni motións renning har møguligt verður hjá fólki at ganga/renna úr Vatnsoyrum til Sandavágs. Møtt verður í Vatnsoyrum har startnummur verða útflýggjað.