- Tá gamli skúli verður umvældur í næstum, fer øll takflatan, sum er góðar 1.000 fermetrar, at verða klødd við sólorkupanelum. Hetta fer at geva góðar 100.000 kWh árliga. Tað munar væl, tí gamli skúli brúkar áleið 70.000 kWh árliga.
Soleiðis siga tey í Vestmanna kommunu í dag.
Víst verður á, at fyrsta royndin at framleiða grøna orku í Føroyum var í Vestmanna á sumri í 1907, tá Ólavur á Heygum royndi at fáa ravmagn burtur úr vatni.
- Síðan fyrst í farnu øld hevur grøn orka verið ein partur av bygdini. Høvuðsstaðurin hjá SEV er í Vestmanna, og her verður framleidd vatnorka, vindorka og sjóvarfalsorka. Nú fer sólorka eisini at verða gagnnýtt.
Í Vestmanna kommunu leggja tey aftrat:
– Tað snýr seg ikki bara um tað fíggjarliga, men eisini um at taka ábyrgd fyri umhvørvinum og framtíðini. Sólin er mest støðuga orkukeldan sum er; hon skínur eisini, tá tað er yvirskíggjað, og sambært okkara ráðgevum er Vestmanna serliga væl egnað til sólorkuframleiðslu, tí bygdin er væl staðsett í mun til veður og sóltímar.
Soleiðis sigur Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri í Vestmanna kommunu.
Kunningarfundur um skúlabyggingina í Vestmanna verður á Miðnámi í annaðkvøld klokkan 19, mikukvøldið hin 8. oktober.