Í sambandi við, at fimtanda bind av Føroya Siglingarsøgu eftir Páll J. Nolsøe kemur út, verður í grafiska verkstaðnum Steinprenti á Skálatrøð í Havn almenn framløga fríggjadagin 15. august kl. 16-18.
Í hesum fimtanda bindi av Føroya Siglingarsøgu, sum er triðja bind av Eysturoyar handils- og skipasøgu, verður sagt frá skipum og útgerðarvirkjum á Toftum í einum hundrað ára tíðarskeiði 1895-1995. Høvuðstilfarið til hetta fimtanda bindið er – sum til hini fjúrtan áður útkomnu bindini – úr keldum á Landsskjalasavninum. Men heimildarfólkini í bygdini eru mong og hava verið holl at veita týðandi upplýsingar.
Undanfarna bindið í hesari røðini – tað fjúrtanda – fevndi um bygdirnar Skipanes, Søldarfjørð, Glyvrar, Lamba, Heiðarnar/Saltangará, Runavík og Saltnes og kom út í 1991. Høvundurin, Páll J. Nolsøe, var komin væl áleiðis við hesum fimtanda bindinum, tá hann brádliga gjørdist sjúkur og andaðist á pálsmessu 1996.
Handritið hevur síðan bíðað eftir útgávu. Og tað er nú gjørt. Viðvíkjandi útgerðarfeløgum og -virkjum og skipum fara dagfestingarnar ikki út um tað tíðarmark, Páll J. Nolsøe legði handritið úr hondum fyri 19 árum síðan. Upp í part sleppa ikki fleiri feløg, virki, skip ella fólk enn tey, ið hetta handrit umfatar. Men nakrir skiparar og útgerðarmenn, sum tá vóru á lívi, og sum umrøddir eru í hesum bindi, eru síðan farnir. Við atliti til, at Siglingarsøgan verður nógv nýtt sum kelduverk í ymsum granskingararbeiði ‒ m.a. í ættar- og bygdarsøgu ‒ er neyðugt við dagføringum her, so at deyðsdagar verða nevndir. Hjá øðrum, ið enn eru á lívi, verða starvsviðurskiftini dagførd.
Hetta fimtanda bindið av Føroya Siglingarsøgu er 260 síður. Her verða umrødd fyrstu skipini á Toftum, handils- og útgerðarvirkið hjá D. P. Højgaard, Símun Højgaard og skip hansara, Jóhan Hendrik Højgaard og skip hansara, Theodor Poulsen og skip hansara, Sámal við Rætt og skip hansara, Andrias í Túni og skip hansara, Brøðurnir Mathias og Hans í Norði og skip teirra, Hans Petur í Brekkum og skip hansara, og Jógvan I. Olsen og skip hansara. Ein partur er um Júst í Túni sum skipara, reiðara og slóðbrótara innan fiskaaling. Og ein partur er um legendarisku skonnartina »Kongshavn«, sum á serstakan hátt hevur fingið innivist í bókmentum okkara, grundað á dagbókabløð Magnus Dam Jacobsens í bókini »Í Grønlandi við Kongshavn«. Loksins er drúgt kapittul um skiparar á Toftum, bæði slíkar, sum hava ført skip í heimbygdini, og aðrar, sum einans hava ført skip aðrastaðni í landinum ella uttanlands.
Í trettanda og fjúrtanda bindi av Føroya Siglingarsøgu vóru ongar navnaskráir; tær verða prentaðar í hesum bindi, sum nú kemur út.
Í handriti eftir Páll J. Nolsøe er siglingarsøgan hjá øðrum bygdum í Eysturoy, ið er grundarlag undir framhaldi av hesum verki. Síðan er Suðurstreymoy eftir.
Tað er Lise Nolsøe, kona Páll J. Nolsøe, sum á egnum forlagi gevur út fimtanda bind av Føroya Siglingarsøgu. Lagt útgávuna til rættis hevur Pól á Kletti. Føroyaprent hevur prentað og bundið inn.
Gylta heilbindsmyndin av eini slupp er eftir Jón Juel Petersen.
Umslagsmyndin av nútíðartrolarum og gomlum sluppum er eftir Vígdis Sigmundsdóttir; trolararnir sigla inn á fjørðin, sluppirnar út; súmbolikkurin er nýggja tíðin, sum kemur, og gamla tíðin, sum fer.
Umslagstittulin er – sum til allar hinar fyrru útgávurnar – eftir William Heinesen.