Føroyar eru favorittur í Klaksvík

Kvinnur: Landsliðið fer seinnapartin at spæla tann fyrra av tveimum vinardystum ímóti Andorra

Mynd: FSF/Bjarni Enghamar

Klokkan 15 verður fyrsta bríksl í landsdysti í fótbólti í Klaksvík. Tað er kvinnulandsliðið, sum fer at spæla vinardyst ímóti Andorra.

 

FSF heimasíðan veit at siga, at Andorra ongantíð hevur luttikið í EM og HM undankappingum. Liðið sigst vera í menning, og ætlanin er at vera við í undankappingum. Føroyar hava síðani 2013 luttikið í HM undankappingum, og tað eru meiri enn 30 ár síðani, at Føroyar fyrstu ferð vóru við í EM undankapping. Hesin veruleikin og at Føroyar eiga heimavøll ber við sær, at Føroyar verða roknaðar at vera favorittur í Klaksvík í dag.

 

Í februar mánað spældi Andorra tveir vinardystir. Tann fyrri var ímóti Gibraltar. Tá vann Andorra 4-1, og tann seinni var ímóti Tahiti, og hann endaði við málleysum javnleiki.

 

Føroyska liðið hevur verið á venjingarlegu í nakrar dagar. Í gjár vandi føroyski hópurin í Klaksvík, har fleiri av spælarunum eiga heimavøll í landskappingini. Ein av KÍ spælarunum á landsliðnum er málverjin Óluva Allansdóttir Joensen, og hon segði soleiðis við heimasíðuna hjá FSF í gjárkvøldið:

 

– Vit gleða okkum nógv til at spæla landsdyst aftur, og hesaferð verður tað eisini nakað serligt at spæla landsdyst í Klaksvík. Klaksvíkingar eru sum heild spentir í fótbólti, og vit vóna sjálvandi, at nógv koma til dystin at stuðla okkum, sigur Óluva Allansdóttir Joensen, sum í heimligu kappingini verjir málið hjá oddaliðnum KÍ.

 

Dysturin millum Føroyar og Andorra byrjar kl. 15.00, og frá kl. 13.00 skipar Bláa bylgja fyri fjepparatiltaki aftanfyri norðara áskoðaraskýlið, har andlitsmáling, grilling og hoppiborgir eru á skránni. Tiltakið er ókeypis fyri øll, sum hava atgongumerki til dystin.

 

Mynd: FSF/Bjarni Enghamar