Norski dómarin Kristoffer Hanenes hevur bríklsað fyri, at fyrri hálvleikur er av í U-21 landsdystinum á Tórsvølli. Føroyar hava vitjan av Ukreina, og hálvleiksstøðan er 2-0 til gestirnar.
Londini í Eystureuropa eru tiltikin fyri skjótt samanspæl og gjøgnumbrot mitt fyri, tá ið góða lagið er á teimum. Soleiðis hevur tað í løtum verið í kvøld. Ukreinsku spælararnir eru bólttryggir, og teir finna væl hvønn annan.
Hjá føroyska liðnum hevur tað fyrst og fremst snúð seg um at royna at vera væl skipað í verjupartinum. Í framrættaða partinum hevur tað ikki eydnast føroyska liðnum at hótta mótstøðuliðið.
Tveir minuttir undan hálva tímanum og tveir minuttir eftir hálva tíman skoraði Ukreina. Í báðum førum spældu gestirnir seg til møguleika í eitt sindur kroytsum støðum í brotsteiginum og mitt fyri.
Í fyrra førinum var føroyski málverjan kanska eitt lítið sindur óheppin, tá ið bólturin fór undir hann, men skotið var úr ikki so stórari fjarstøðu, og sýnið hjá málverjanum var ikki so gott.
Í seinna førinum ofraði verjuspælarin seg og blokeraði, og so var hann óheppin at detta, tá ið hann royndi at sparka burtur.
Føroyar: Bárður á Reynatrøð, Víkingur – Ragnar Skála, AB, Elias Rosborg, Hvidovre IF Danmark, Gullbrandur Øregaard, Sandberg ULF Noreg, Pætur Turiðarson Skipanes, NSÍ – Símun Sólheim, B36, Noah Mneney, Víkingur, Magnus Holm Jacobsen, B36, Lukas Giessing, Nykøbing FC Danmark – Stefan Radosavljevic, HB, Áki Debes Samuelsen, HB
Á beinkinum: Bjarti Vitalis Mørk, HB, Áki Johannesen, B68, Bárður Ólavsson Jensen, B68, Meinhard Geyti, NSÍ, Jóhann Hansson Joensen, EB/Streymur, Olaf Bárðarson, Víkingur, Heini Sørensen, FCM Danmark, Jørgen Nielsen, Østers IF Svøríki, Poul Kallsberg, Skála
Venjari: Sámal Erik Hentze