Føroyar kunnu fáa nærum 18.000 tons av lodnu

Íslendska havstovan mælir nú til, at fiskað verða 358.000 tons av lodnu komandi fiskiár. Tað er ein øking upp á 81 prosent samanborið við fyrra tilmælið.

Tað skrivar Kringvarp Føroya.

Sambært galdandi býti eiga Føroyar fimm prosent av lodnukvotuni. Verður tilmælið fylgt, svarar tað til umleið 17.900 tons til føroyska fiskiskapin.

Kringvarpið skrivar eisini, at íslendska havstovan hevur lagt fram nýggj tilmæli fyri onnur fiskasløg. Tilmælið um tosk er eitt prosent lægri enn í verandi fiskiári, og hetta er annað árið á rað, at toskakvotan minkar.

Samtíðis verður mælt til at minka fiskiskapin eftir hýsu við 20 prosentum og eftir upsa við 16 prosentum.