10 starvsfólk á dagstovnaøkinum, námsfrøðingar og hjálparfólk, vórðu heiðrað fyri drúgva og trúgva tænastu á samkomu í Vestmanna seinasta fríggjadag.
- Flestu starvsfólk á dagstovnunum í bygdini hava starvast á økinum í nógv ár og hava havt og hava ein týðandi leiklut í umsorganini og menningini hjá okkara yngstu borgarum.
Í Vestmanna kommunu siga tey, at nøkur av hesum fólkum hava verið við, síðan fyrsti barnagarðurin í Vestmanna læt upp um aldarskiftið, og onnur hava starvast á økinum, heilt síðan dagrøktarskipanin var.
- Hetta er eitt greitt tekin um trivna, trúskap og sterka ábyrgdarkenslu, sum hevur verið til stórt gagn fyri bæði børn, foreldur og kommununa sum heild.
Lagt verður aftrat, at starvsdagarnir, sum vórðu hátíðarhildnir í Vestmanna seinasta fríggjadag, vóru fyri 15, 20 og 25 ár.
- Løtan var í hugnaliga Spælhúsinum á bedingini, har starvsfólkini saman við familju og starvsfeløgum vóru komin saman at hátíðarhalda dagin.
Morten Hust Petersen, dagstovnaleiðari og Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri, hildu hvør sína røðu, har tey takkaðu fyri dugnasemi og trúfesti.
- Eisini framførdu Pauli Magnussen og Kirstin Johannesen nakrar sangir, og at enda handaði Anja Haldansen, forkvinna í trivnaðarnevndini, gávur til heiðursgestirnar.
Starvsdagarnir vóru hesir:
25 ára starvsaldur – Helena Geyti Jacobsen
25 ára starvsaldur – Eyðvør Egholm
20 ára starvsaldur – Bjørg Hofgaard Nielsen
20 ára starvsaldur – Rakul á Rógvu
20 ára starvsaldur – Bettina Bruun
20 ára starvsaldur – Eyðgerð Joensen
20 ára starvsaldur – Manuela Jensen
20 ára starvsaldur – Fía Egholm
20 ára starvsaldur – Sóley Hórðará
15 ára starvsaldur – Heidi Ingebrigtsen Leo
##med2##
##med3##
##med4##













