Filmsummarskúlin Nóllywood, sum er fyri ung í aldrinum 14-18 ár, verður nú aftur úti í Nólsoy, hesaferð í døgunum, 4.-12. juli.
Nóllywood er ætlað ungum, sum hava áhuga fyri filmi, søguforteljing og skapandi miðlum.
- Her sleppa tey at arbeiða saman í bólkum og royna seg við øllum frá hugskotsmenning og handriti til upptøkur, leikstjórn og klipping.
Talan er um eitt mennandi og inspirerandi umhvørvi, har tey ungu ikki bara fáa undirhald, men eisini veruligar royndir við filmsframleiðslu og samstundis møta javnaldrum við somu áhugamálum.
Fyrireikararnir siga, at stórur dentur eisini verður lagdur á sosiala samveru, og at tey ungu, sum eru við á filmsskeiðnum, hava tað stuttligt.
Í Nóllywood fáa luttakararnir møguleika at:
* Menna kreativitet og samstarvsevni
* Læra grundleggjandi filmsframleiðslu
* Arbeiða við handriti, upptøkum og klipping
* Fáa innlit í, hvussu ein filmur verður mentur frá hugskoti til liðugt verk
* Styrkja sjálvsálit við kreativum sjálvstøðugum arbeiði
- Plássini eru avmarkað, og vit vænta stóran áhuga. Undirvísingin fer fram í skúlanum í Nólsoy, og luttakararnir búgva í húsum saman við leiðarunum.
Lagt verður aftrat, at møguleiki er eisini at sigla ímillum, um tørvur er á tí.
- Meira kunning um Nóllywood og tilmelding á: https://www.klippfisk.fo/nollywood-2026-filmskuli-fyri-ung siga fyrireikararnir av filmsummarskúlanum, Nóllywood.
##med2##











