Føroyar kunnu gerast fyrimynd hjá Grønlandi

Grønland kann yvirtaka ábyrgdina av loftferðsluni, og danska stjórnin vísir á føroyska leistin sum eina møguliga fyrimynd.

Eitt flogfar hjá Atlantsflog í Nuuk. - Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Grønland kann yvirtaka loftferðsluøkið frá Danmark, um grønlendsku myndugleikarnir ynskja tað. Tað staðfestir danska bý-, landa- og flutningsráðfrúan, Signe Munk, í einum svari til Grønlandsnevndina hjá Fólkatinginum.

 

Hon vísir samstundis á Føroyar sum dømi um, hvussu ein slík yvirtøka kann fremjast stigvíst.

 

Qarsoq Høegh-Dam, fólkatingsmaður fyri grønlendska flokkin Naleraq, hevur spurt ráðfrúnna, hvussu loftferðsluøkið kann dagførast við atliti at einari møguligari fullari grønlendskari yvirtøku, og hvat hetta fer at kosta.

 

Sambært sjálvstýrislógini kann Grønland yvirtaka loftferðsluøkið eftir samráðingar við donsku stjórnina. Tað er tó Grønland sjálvt, sum skal taka stig til yvirtøkuna og áseta, nær hon skal fara fram.

 

Signe Munk vísir í svarinum á, at Føroyar og Danmark hava valt eina stigvísa skipan. Ein slík loysn ger tað møguligt at byggja neyðugar førleikar og ein føroyskan loftferðslumyndugleika upp so líðandi.

 

Føroyar og Danmark skrivaðu í mai í fjør undir eina felagsyvirlýsing um, at føroyskir myndugleikar skulu yvirtaka loftferðsluøkið í stigum. Málsøkið hevur higartil verið umsitið úr Danmark, hóast arbeitt hevur verið við føroyskari yvirtøku síðan 2005.

 

Danska ráðfrúan boðar ikki frá nakrari ítøkiligari avtalu ella tíðarætlan fyri Grønland. Tað nýggja er, at hon beinleiðis vísir á føroysku stigvísu yvirtøkuna sum ein møguligan leist fyri Grønland.

 

Kelda: Fólkatingið og Check-in.dk.

 

Eitt flogfar hjá Atlantsflog í Nuuk. - Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix