Hagstova.fo
Millum eldru ættarliðini í Íslandi var tað eisini soleiðis. Hetta er broytt nakað, tí í yngru ættarliðunum er tað umleið tíggjundi hvør, sum ikki longur býr í Íslandi. Meðan búfestið í Føroyum hevur staðið í stað, er tað batnað í Íslandi
Tað er stórur munur á, hvussu nógv í Føroyum og í Íslandi fara uttanlands at búgva í ungdómsárunum
Í Føroyum eru tað umleið 40 prosent í hvørjum árgangi, sum búgva uttanlands í tjúguárunum.
Fyri yngru árgangirnar í Íslandi eru tað tíggju prosent.
Umleið helvtin av teimum føroysku ættarliðunum flyta aftur eftir at hava búð uttanlands. Í Íslandi er tað munandi minni partur.
Tað er íslendska hagstovan, sum hevur gjørt hagtøl um búfestið hjá ættarliðum í Íslandi, soleiðis at nú ber til at samanbera føroyska og íslendska búfestið.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
Takk fyrir hjálpina, Hagstofa Íslands!
Nørdast meira her: https://hag.st/bufesti-fo-is_2024
Síggj búfestið hjá tínum árgangi her: https://hag.st/bufesti