Føroyar vunnu fyri fyrstu ferð í eitt ár

Anna Brændstrup skoraði sigursmálið í síðsta minutti, tá ið Føroyar vunnu HM undankappingardyst ímóti Georgia

Tað reið leingi um snarið, men í síðsta minutti av vanligu leiktíðini brast tað fyri nev hjá føroyska kvinnulandsliðnum.

 

Tá var tað, at Føroyar skoraðu sigursmálið, og so vunnu Føroyar 1-0 móti Georgia. Seytjan minuttir undan leikloki varð Anna Brændstrup skift inn á føroyska liðið. Hon spælir í portugisiskum fótbólti, og hon hevur ongantíð spælt í bestu føroysku deildini, tí hon er uppvaksin í Danmark.

 

Í kvøld varð hon høvuðsleikari á Tórsvølli, har líkindini at spæla fótbólt vóru heilt góð.  

 

Liðformaðurin Ásla Johannesen, sum saman við Tórunn Højgaard Joensen var eyðsýnd í gjøgnumbrotum i vinstru, legði innfyri, málverjin fekk hondina á, og eftir eitt sindur av aftur og fram eydnaðist tað Annu Brændstrup at beina bóltin dygst inn við nærra stólpa, og so var stórur fagnaður í føroysku leguni. Hetta var aðru ferð, at Anna Brændstrup var málskjútti á føroyska landsliðnum.

 

Bretski dómarin legði seks minuttir aftrat. Georgiska liðið royndi at leggja nógv fyri, men tað eydnaðist ikki, og so var tað stórur fagnaður í føroysku leguni um, at tað var eydnast at vinna fulla úrtøku.

 

Hetta var fyrsti føroyski sigurin síðani 8. apríl í fjør, tá ið Føroyar í Nations League vunnu 5-0 á heimavølli ímóti Gibraltar.

 

Næsti dystur hjá føroyska kvinnuliðnum verður grundlógardag. Tá verður tað á útivølli ímóti Georgia.