- Eitt og hvørt skip, sum nærkast stongda Hormussundinum, verður sætt sum fíggindaligt og er eitt mál.
Tað sigur iranska kollveltingarhirðin í einari útsøgn í kvøld.
Aftur í dag stongdi Iran Hormussundið, sum er siglingarleiðin inn og út úr Persaraflógvanum.
Iran sigur, at siglingarleiðin verður stongd, so leingi sum USA blokerar fyri skipaferðslu til og úr iranskum havnum og terminalum.
- Hormussundið verður stongt, til USA avlýsir sín stongsul, sigur iranska kollveltingarhirðin í kvøld.
Lagt verður aftrat, at einki skip skal fara frá sínum akkersplássum í Persaraflógvanum og Omanvíkini.
##med2##
- Nærkast skip Hormussundinum, verður hetta sæð sum um, at skipini samstarva við fíggindan, sigur Iran í kvøld.
Útsagnirnar hjá iransku kollveltingarhirðuni eru endurgivnar í iranskum miðlum, og Reuters ber eisini hesi tíðindi úr Iran í kvøld.












