Liðið hjá Paula Høj og Ova Lützen, Bergsøy, ið er uppflytari hevur enn fyrsta sigurin til góðar í bestu norsku hondbóltsdeildini.
Í Sparebanken Arena í Nærbø tapti Bergsøy 25-30 fyri heimaliðnum frammanfyri 1.042 áskoðarum.
Í fyrra hálvleiki gekk væl hjá Bergsøy, og í steðginum var støðan javnleikur 13-13.
Pauli skoraði fýra mál upp á fýra málroyndir, og Ovi skoraði tvey mál upp á tvær málroyndir, so føroysku leikararnir gjørdu sítt.
Sunnudagin 20. september spælir Bergsøy dyst á útivølli í Bergen móti Viking TIF.











