Í seinasta dystinum í finaluumfarinum í kappingini um IHF Trophy spældu Føroyar ímóti Tahiti. Longu undan dystinum var greitt, at ungu, føroysku menninir høvdu vunnið hesa altjóða hondbóltskapping, ið er fyri smátjóðir.
Les eisini: Føroyar hava vunnið IHF Trophy
Føroyingar hava vunnið allar dystir sínar greitt, og dysturin í dag var onki undantak. Føroyar vunnu heili 38-18 eftir hálvleiksstøðuna 22-11.
Eftir dystin vóru tríggir føroyskir leikarar, ið høvdu orsøk at frøðast enn meir. Rói Berg Hansen varð valdur til besta vinstra vong í kappingini, Pætur Thomsen besti høgri vongur og Áki Egilsnes varð valdur til besta høgra bakk. Eisini vann Áki Egilsnes heiðurin "Most valuable player".
Sambært hondbóltssambandinum vóru tað hesir, ið skoraðu føroysku málini í dag:
Helgi Hildarson Hoydal 6
Áki Egilsnes 6
Allan Norðberg 5
Rói Berg Hansen 4
Eirikur Simonsen 4
Hanus Christophersen 3
Julian Olsen 3
Fríði Hammer Weyhe 2
Pætur Thomsen 2
Tróndur Arge 1
Pætur Johansen 1
Kjartan Johansen 1
Málmenn:
Niklas Simonsen 40 min. 57%
Tóraldur Kollsker 20 min. 17%